Munurin millum rættingarnar hjá "Arizona"
Linja 191: | Linja 191: | ||
Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. [[Djór]] vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra. |
Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. [[Djór]] vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra. |
||
=== |
=== Innliman === |
||
Arizona var einaferð [[Spania|spanskt]] [[hjáland]]. Tá ið [[Meksiko]] tók loysing frá [[Spania]] [[1821]], var Arizona partur av [[Meksiko]]. Í [[1845]] bað Arizona um at verða limað inn í [[USA]]. Tað varð atvold til kríggj ímillum [[Meksiko]] og [[USA]] í [[1846]]-[[1848]]. [[Meksiko]] tapti. Arizona bleiv alment lutstatur í [[USA]] [[14. februar]] í [[1912]]. |
Arizona var einaferð [[Spania|spanskt]] [[hjáland]]. Tá ið [[Meksiko]] tók loysing frá [[Spania]] [[1821]], var Arizona partur av [[Meksiko]]. Í [[1845]] bað Arizona um at verða limað inn í [[USA]]. Tað varð atvold til kríggj ímillum [[Meksiko]] og [[USA]] í [[1846]]-[[1848]]. [[Meksiko]] tapti. Arizona bleiv alment lutstatur í [[USA]] [[14. februar]] í [[1912]]. |
Endurskoðan frá 7. des 2018 kl. 19:47
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Phoenix |
Størsti býur: | Phoenix |
Innlimað: | 14. februar 1912 |
Guvernørur: | Jan Brewer (R) |
Vídd: | 295 254 km² |
Íbúgvar (2010): | 6 392 017 |
fyri km²: | 22/km² |
Tíðarzona: | UTC -7/-8 |
Heimasíða: | www.az.gov |
Arizona (enskt: State of Arizona), á føroyskum ofta stavaður Arisona, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,39 millionum íbúgvum (2010). Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Fleiri enn 5 mál verða talað, men høvuðssmálið er enskt, sum er móðurmál hjá um 75 % av fólkinum. Enskt er alment mál; men mong tala eisini spanskt og navaho. Spanskt er móðurmál hjá umleið 20 %.
Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 mió. fólk. Aðrir stórir býir er Tucson, Mesa, Glendale, Chandler og Scottsdale. Har er eisini Grand Canyon. Tað er ein 16 kilometrar long og upp til 1800 metrar djúp gjógv, á enskum nevnd canyon. Grand Canyon er vorðin til av Koloradoánni, sum í milliardir av árum hevur máað seg djúpt niður í lendið. Eyknevni hjá Arizona er Grand-Canyon-staturin (enskt: The Grand Canyon State).
Landalæra
Um 90 % av statinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Paintedoyðimørk (enskt; Painted Desert) fyri norðan og Sonoranoyðimørk (enskt; Sonoran Desert) fyri sunnan. Einaferð livdu bara dýr, sum høvdu lagað seg til hitan, í Sonoroanoyðimørk. Nú er Phoenix í Suðurarizona ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 %. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix.
Djúpa og breiða gjógvin Grand Canyon í Norðurarizona varð til fyri milliónum árum síðan, so hvørt sum vatnið úr Coloradoánni máaði seg niður í klettin. Í støðum er gjógvin 1600 metrar djúp og hevur máað seg niður ígjøgnum klett, sum er 2000 milliónir ára gamal. Fjølbroyttar steinrenningar, funnar í bergvegginum, siga frá skiftandi jarðfrøðini í Grand Canyon.
Hægsta fjallið er Humphreys Peak í Kachina Peaks Wilderness í Miðarizona. Humphreys Peak er góðar 3 800 metrar høgt.
Landslutir
Arizona hevur 15 counties (landslutir):
Fylki í Arizona | ||||||
---|---|---|---|---|---|---|
County | Høvuðsstaður | Grundað | Fólkatal (2000) | Brotpartur | Vídd (km2) | Brotpartur |
Apache | St. Johns | 1879 | 69 423 | 1,17 % | 29 055 | 9,84 % |
Cochise | Bisbee | 1881 | 117 755 | 1,98 % | 16 107 | 5,46 % |
Coconino | Flagstaff | 1891 | 116 320 | 1,96 % | 48 332 | 16,37 % |
Gila | Globe | 1881 | 51 335 | 0,86 % | 12 422 | 4,21 % |
Graham | Safford | 1881 | 33 489 | 0,56 % | 12 020 | 4,07 % |
Greenlee | Clifton | 1909 | 8 547 | 0,14 % | 4 786 | 1,62 % |
La Paz | Parker | 1983 | 19 715 | 0,33 % | 11 689 | 3,96 % |
Maricopa | Phoenix | 1871 | 3 880 181 | 65,34 % | 23 890 | 8,09 % |
Mohave | Kingman | 1864 | 155 032 | 2,61 % | 34 887 | 11,82 % |
Navajo | Holbrook | 1895 | 97 470 | 1,64 % | 25 794 | 8,74 % |
Pima | Tucson | 1864 | 843 746 | 14,21 % | 23 800 | 8,06 % |
Pinal | Florence | 1875 | 179 727 | 3,03 % | 13 919 | 4,71 % |
Santa Cruz | Nogales | 1899 | 36 381 | 0,65 % | 3 206 | 1,09 % |
Yavapai | Prescott | 1865 | 167 517 | 2,82 % | 21 052 | 7,13 % |
Yuma | Yuma | 1864 | 160 026 | 2,69 % | 14 294 | 4,84 % |
Tilsamans: 15 | 5 938 664 | 295 252 |
Søga
Indiánarnir
Í Arizona vóru fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Pueblo merkir "bygd". Suðuri hevði hohokamfólkið stóra framgongd, tí at tey vóru dugandi bøndur. Grannatjóð teirra, pueblofólkið, bygdi stór hús, sum vóru áføst og í fleiri hæddum. Húsini vóru av leiri og flættaðum kvistum og stóðu í grunnum gryvjum. Hohokamfólkið livdi í Suðurarizona frá um 100 f.Kr. til um 1400. Flestu teirra hildu til í tí fruktagóða Gilaáardali.
Um 800 búsettu tey seg aðrastaðni - størsta búsetingin verður nú á døgum kallað Snaketown (í Pinal County). Tey vórðu ávirkað av mentanum longri suðuri í Meksiko. Tað sæst á lutum og útbúnaði úr leiri, vovnum klæði og vøllunum, teir gjørdu til meksikanskar bóltleikir. Fornfrøðingar vita ikki, hvør lagna teirra var. Tí verður mentanin nevnd hohokam, ið merkir "tey horvnu". Á hohokamverkstøðunum vórðu gjørdir lutir úr reyðum og brúngulum leiri, sum vórðu prýddir við myndum av dýrum og fólki. Mynstrini í hohokamklæðunum vóru týðiliga eftir meksikanskari list. Við tað, at hohokam bøndurnir veittu vatn á velturnar, heystaðu teir tvær ferðir um árið: fyrru ferð um várið, tá ið kavin tíðnaði, og áirnar floymdu upp um áarbakkarnar, aðru fer seint á sumri, tá ið tað regnaði illa. Teir veltu korn, tubakk, bønir og bummull. Hohokamfólkið velti eisini mais.
Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. Djór vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra.
Innliman
Arizona var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Arizona partur av Meksiko. Í 1845 bað Arizona um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti. Arizona bleiv alment lutstatur í USA 14. februar í 1912.
Fólkið
15,2 % verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2011). 4,1 % av fólkinum eru arbeiðsleys, og miðallívsævin í lutstatinum er 78,93 ár. Undir 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva í lutstatinum er 31 485 USD. Í januar 2009 búðu 6 500 180 fólk í Arizona. Um 5,63 % vóru indiánar (heimafólkið), 88,74 % vóru av evropeiskari ætt, og hini vóru úr Asia, Afrika og ymiskum oyggjabólkum í Kyrrahavi. Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 15 % eru protestantar. 58 % av fólkinum búgva í býum við fleiri enn 100 000 íbúgvum.
Átrúnaðir
- Katolikkar - 25 %
- Evangelistar - 23 %
- Ateistar - 22 %
- Protestantiskar - 15 %
- Mormonar - 4 %
- Jødar - 1 %
- Onnur - 11 %
Fólkasamansetning
- Hvít 88,74 %
- Latínoamerikanarar 29,6 %
- Svørt 4,20 %
- Indiánar 5,63 %
- Asiatar 2,75 %
- Hawaiianar 0,31 %
Viðgitið fólk úr Arizona
Politikkur
Jan Brewer (føddur 26. september 1944 í Hollywood, Kalifornia) er guvernørur. Hon umboðar republikanararnar.
Staturin hevur í 2010 samtykt eina lóg, ið krevur at innflytarar skulu hava skjøl á sær, sum prógva at teir hava loyvi til at vera í USA. Løgreglan skal spyrja øll tey, sum hon kortini steðgar av einhvørjari orsøk, og heldur sær út til at kunna vera ein innflytari, hvørt tey hava hesi pappírini. Hava innflytarar ikki pappírini á sær, fáa teir bót. Fleiri býir í USA hava sett handilsforboð móti Arizona, og Barack Obama hevur funnist harðliga at lóggávuni. Líknandi lóggávur eru hinvegin galdandi í fleiri evropeiskum londum.
Ár | Republikanarnar | Demokratarnar |
---|---|---|
2008 | 53,60% 1 230 111 | 45,12% 1 034 707 |
2004 | 54,87% 1 104 294 | 44,40% 893 524 |
2000 | 50,95% 781 652 | 44,67% 685 341 |
1996 | 44,29% 622 073 | 46,52% 653 288 |
1992 | 38,47% 572 086 | 36,52% 543 050 |
1988 | 59,95% 702 541 | 38,74% 454 029 |
1984 | 66,42% 681 416 | 32,54% 333 854 |
1980 | 60,61% 529 688 | 28,24% 246 843 |
1976 | 56,37% 418 642 | 39,80% 295 602 |
1972 | 61,64% 402 812 | 30,38% 198 540 |
1968 | 54,78% 266 721 | 35,02% 170 514 |
1964 | 50,45% 242 535 | 49,45% 237 753 |
1960 | 55,52% 221 241 | 44,36% 176 781 |
Hygg eisini at
Bøkur
- Bayless, Betsy, 1998, Arizona Blue Book, 1997-1998. Phoenix, Arizona.
- McIntyre, Allan J., 2008, The Tohono O'odham and Pimeria Alta. Arcadia Publishing, Charleston, South Carolina. (ISBN 978-0-7385-5633-8).
- Miller, Tom (editor), 1986, Arizona: The Land and the People. University of Arizona Press, Tucson. (ISBN 0-8165-1004-0).
- Officer, James E., 1987, Hispanic Arizona, 1536-1856. University of Arizona Press, Tucson. (ISBN 0-8165-0981-6).
- Thomas, David M. (editor), 2003, Arizona Legislative Manual. In Arizona Phoenix, Arizona, Arizona Legislative Council. Google Print. Retrieved January 16, 2006.
- Trimble, Marshall, 1998, Arizona, A Cavalcade of History. Treasure Chest Publications, Tucson, Arizona. (ISBN 0-918080-43-6).
- Woosley, Anne I., 2008, Early Tucson. Arcadia Publishing, Charleston, South Carolina. (ISBN 0-7385-5646-7).
Ávísingar úteftir
Keldur
Myndasavn
-
Counties í Arizona