17. november
dagfesting
Okt - Nov - Des | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
28 | 29 | 30 | ||||
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
17. november er dagur 321 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 322 um skotár er). 44 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
rætta- 1558 - Elisabeth I, av Onglandi tekur við bretsku trúnuni, eftir at hálvsystir hennara Mary I, av Onglandi doyr.
- 1800 - Amerikanska kongressin kemur saman fyri fyrstu ferð í Washington D.C.
- 1831 - Venesuela og Ekvador verða skild frá Stórkolumbia.
- 1839 - Oberto, fyrsta opera Giuseppe Verdi verður at hoyra fyri fyrsyu ferð í Teatro alla Scala í Milano í Italia.
- 1858 - Býurin Denver í amerikanska statinum Colorado verður settur á stovn.
- 1869 - Suezveitin í Egyptalandi opnar, og bindur harvið Miðjarðar- og Reyðahavið saman.
- 1933 - USA viðurkennir Sovjetsamveldið.
- 1939 - Níggju kekkiskir studentar verða avrættaðir, aftaná eitt anti-Nazi mótmæli, ið endar við deyða Jan Opletal. Allir kekkiskir háskúlar verða lukkaðir niður, og meir einn 1.200 studentar verða sendir í týningarlegur. Síðani hendan tilburð, verður Altjóða Studentadagur hildin í fleiri londum, harav serliga í Kekkia.
- 1950 - Lhamo Dondrub fær navnið tann 14. Dalai Lama.
- 1957 - Eitt Vickers Viscount G-AOHP flogfar hjá British European Airways brotlendir í Ballerup, eftir at tríggjir motorar ganga fyri. Flogfarið var á veg til flogvøllin í Kastrup. Orsokin vísir seg at vera feilur í anti-ís systeminum í flogfarinum. Ongin kemur til skaða.
- 1969 – Kalda kríggið: Samráðingarfólk frá Sovjetsamveldinum og USA møtast í Helsinki í Finnlandi. Hetta er fyri at byrja SALT I samráðingarnar, ið snúgva seg um at minka nýstlu av strategiskum vápnum frá báðum síðum.
- 1970 - Rúmdarrobotturin Lunokhod 1, frá Sovjetsamveldinum, lendir á Mare Imbrium (Rusinhavið) á Mánanum. Hetta er fyrsti fjarstýrdi reiki-rúmdarrobottur, ið lendir á aðrari jørð. Lunokhod I verður sendur frá Luna 17 rúmdarfarinum.
- 1978 - The Star Wars Holiday Special verður víst á amerikansku sjónvarpsstøðini CBS. Sendingin fær sera negativar móttøkur frá ummælarum, fjepparum og Star Wars skaparanum sjálvum, George Lucas.
- 1989 - Kalda kríggið: Eitt studentamótmæli í Prag verður steðgað av ólætisløgregluni. Hetta hevur við sær uppreistur, við máli um at koppa kommunistiska stýrininum. (Tað hendir 29. desember sama ár.)
- 1990 - Løgtingsval í Føroyum. Javnaðarflokkurin gerst stóri vinnarin, við 27,5 % av atkvøðunum og 10 tinglimum. Fólkaflokkurin fær 7, Sambandsflokkurin 6, Sjálvstýrisflokkurin 3, Tjóðveldisflokkurin 4, og Kristiligi Fólkaflokkurin fær 2 tingfólk vald.
- 1997 - 62 fólk lata lív í Luxor í Egyptalandi, tá 6 islamiskir harðrend fólk (militantar) leypa á uttanfyri Hatshepsut templið. Hetta verður kent sum Fjøldamorðið í Luxor.
Føðingar
rætta- 9 - Vespasian, rómverskur keisari (d. 79)
- 1749 - Nicolas Appert (d. 1841)
- 1925 - Rock Hudson, amerikanskur sjónleikari (d. 1985)
- 1938 - Gordon Lightfoot, kanadiskur sangari og sangskrivari (d. 2023).
- 1940 - Luke Kelly, írskur sangari (frá The Dubliners) (d. 1984)
- 1942 - Martin Scorsese, amerikanskur leikstjóri.
- 1944 - Danny DeVito, amerikanskur sjónleikari.
- 1949 - John Boehner, amerikanskur politikari.
- 1960 - Jonathan Ross, enskur sjónleikari og sjónvarpsvertur
- 1960 - RuPaul, amerikonsk dragdrotning, sjónleikari og sangari
- 1978 - Rachel McAdams, kanadisk sjónleikarinna.
- 1986 - Nani, portugisiskur fótbóltsleikari.
Andlát
rætta- 1558 - Maria, drottning í Onglandi (f. 1516)
- 2006 - Ferenc Puskas, ungarskur fótbóltsleikari (f. 1927)
- 2013 - Doris Lessing, bretskur rithøvundur (f. 1919)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |