2017
2017 (MMXVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á sunnudegi eftir tí gregorianska kalendaranum, ár 2017 eftir Kristi føðing, 17. ár í triðja ártúsund, 17. ár í 21. øld, og 8. ár í 2010-árunum.
Árstal |
2014 2015 2016 – 2017 – 2018 2019 2020 |
Áratíggju |
2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
rættaJanuar
rætta- 20. januar - Donald Trump verður svorin inn sum 45. forseti USA.
- 21. januar - Milliónir mans savnast til kvinnugongur runt heimin í mótmæli móti innsetan Donald Trumps sum forseta dagin fyri. 420 gongur verða skrásettar í USA, og 168 aðrar runt um í heiminum. Hetta gjørdist tí tann størsta mótmælistiltak í amerikanskari og og nýggjari heimstíð.
Februar
rættaMars
rætta- 10. mars - FN ávarar at heimurin berst við størstu hungursneyð síðan seinna heimsbardaga. 20 milliónir mans eru í vanda fyri at doyggja av hungursneyð í Jemen, Somalia, Suðursudan og Nigeria.
- 20. mars - Eik Banki skiftir navn til Betri Banki.
- 29. mars - Stóra Bretland byrjar Brexit samráðingarnar, sum skula føra við sær at ríkið gongur úr Evropeiska Samveldinum.
Apríl
rætta- ...
Mai
rætta- 22. mai - Yvirgangsatsókn á eini Ariana Grande konsert í Manchester, hevur við sær at 22 lata lív og yvir 500 verða særd.
Juni
rætta- 1. juni - USA tekur seg úr altjóða klimasáttmálanum.
- 3. juni - Islamst yvirgangsálop á London Bridge hevur við sær at 8 lata lív og 48 verða særd í Bretlandi.
- 7. juni - Tvær yvirgangsatsóknir verða samstundis í Tehran, ein í tinginum og ein í einum gravhýsi. 17 lata lív og 43 verða særd. Hetta er fyrsta álop ISIL á Iran.
- 12. juni - Amerikanski Otto Warmbier kemur aftur til USA í koma, eftir at hava verið í Norðukoreanskum fongsli í 17 mánar. Hann letur lív viku seinni.
- 14. juni - Eldur tekur seg upp í íbúðarbygninginum Grenfell Tower í London, og hevur við sær at 71 lata lív.
- 21. juni - Yvirgangsatsókn í Irak hevur við sær at stóra moskan al-Nuri í býnum Mosul verður oyðiløgd av Islamskum Stati.
- 25. juni - WHO metur at Jemen hevur yvir 200.000 tilfelli av kolera í landinum.
Juli
rætta- 4. juli - Russland og Kina eggja Norðurkorea at gevast við kjarorkuvopnsroyndum
- 7. juli - ST Sáttmálin um bannan av kjarorkuvopnum verður undirskrivaður av 122 londum í New York.
- 10. juli - Irakiska borgarakríggið: Mosul verður frígjørt frá iranska Islamiska Stati.
August
rætta- 5. august - Trygdarráð ST setur avmarkingar á handils- og íverksetanaravtalur Norðurkorea.
- 21. august - Full sólarmyrking sæst yvir Norðuramerika, og fær eyknevnið "The Great American Eclipse"
- 25. august - Hernaðarlig atsókn ímóti Rohingya muslimum í Myanmar, verður sæð av ST sum etnisk útreinskan.
- 25. - 30. august - Ódnin Harvey rakar USA. Ódnin er av katagori 4, ger stóran skaða í Houston í Texas, og hevur við sær at 90 lata lív. Ognartjónið er stórt, og gerst Harvey tí dýrasta náttúrvanlukka í amerikanskari søgu.
September
rætta- 3. september - Norðurkorea útførir sína sættu og kraftigastu kjarnorkuroynd higartil.
- 6. - 10. september - Ódnin Irma rakar USA og Karibiska havið. Ódnin er av katagori 5, hevur við sær stóran skaða, og 134 lata lív.
- 13. september - Paris og Los Angeles verða valdir at hýsa Olympisku Leikunum í 2024 og 2028.
- 15. september - Cassini-Huygens endar sína 13 ára starvsleið við at brotlenda á Saturn. Hetta er fyrsta rúmdarfar, ið fer inn í lofthav Saturn.
- 19. september - Ellivu dagar aftaná annan jarðskjálvta, og á 32 ára ársdegnum fyri stóra jarðskjálvtan í Meksikobýi í 1986, rakar ein 7.1 Mw jarðskálvti Miðmeksiko, og hevur við sær at 350 lata lív, 6.000 verða særd, og túsindir fleiri heimleys.
- 19. - 20. september - Bert tvær vikur eftir at ódnin Irma rakar Karibiska Havið, rakar ódnin Maria sama stað. Minst 94 lata lív, og stórir skaðar fylgja.
- 25. september - Irakiska Kurdistan hevur fólkaatkvøðu um sjálvstýri, ið verður mótmælt av Irak.
Oktober
rætta- 1. oktober - 58 lata lív og 546 verða særd tá Stephen Paddock byrjar at skjóta til eina konsert í Las Vegas. Aldrin hava so mong fallið fyri hond einsamals byrsumans í amerikanskari søgu.
- 12. oktober - USA tekur seg úr UNESCO, Ísrael fylgir við beint aftaná.
- 14. oktober - Eitt bumbalop í Mogadishu hevur við sær at 512 lata lív, og 316 verða særd í Somalia.
- 17. oktober - Kríggið í Sýria: Býurin Ragga verður leyslatin av Islamskum Stati.
- 27. oktober - Katalónia lýsir yvir fullveldi frá Spania. Katalanska lýðveldið er tó ikki viðurkent av sponsku stjórnini ella øðrum tjóðum.
November
rætta- 2. november - Eitt nýtt slag av orangutang verður skrásett í Indonesia, og eru sløgini nú trý.
- 12. november - Ein jarðskjálvti við styrkini 7,3, ið rakar markið ímillum Irak og Iran, hevur við sær at 530 lata lív og 70.000 gerast heimleys.
- 15. November - Forseti Simbabvi, Robert Mugabe verður tikin í húsavarðhald, tá herurin tekur valdið í landinum. Hann leggur frá sær seks dagar seinni eftir 37 ára setu.
- Leonardo Da Vince málningurin Salvator Mundi verður seldur á uppisølu hjá Christie's í New York fyri metprísin 450 milliónir dollarar. Hetta er mesti prísur fyri nakað listaverk nakrantíð.
- 20. november - Altjóða Dómstólurin finnur Ratko Mladić sekan fólkamorði í Srebrenica, undir bosniska krígnum í 1990-árunum. Hann før lívstíð í fongsli.
- 24. november - Eitt álop í eini egeptiskari mosku, hevur við sær at 305 lata lív, og fleiri hundrað verða særd.
- 26. november - Rithøvundafelag Føroya setur EBBU virðislønina á stovn.
Desember
rætta- 5. desember - Russland verður bannað at luttaka á olumpisku leikunum í Pyeongchang, Suðurkorea, ímeðan rannsókn viðvíkjandi stats-stuðlandi doping fer fram.
- 6. desember - USA viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað Ísrael.
- 9. desember - Irakiski herurin boðar frá at hann hevur leyslatið øll irakisk økir frá ISIS, og tikið fullt kontroll yvir Irak-Sýria markinum.
- 14. desember - The Walt Disney Company boðar frá ætlanum um at keypa størstapartin í filmsframleiðaranum 21st Century Fox, harímillum filmstudio teirra, fyri 66 milliardir dollarir.
- 22. desember - Trygdaráð ST atkvøður, við 15 atkvøðum ímóti ongari, at herða revsitiltøkini ímóti Norðurkorea. Hesu ferð við at skerja petroliumútflutning landsins við 90 prosentum.
- 22. desember - Gvatemala fetar í fótaspor USA, og boðar frá flyting ísraelska sendiráðs síns til Jerusalem. Honduras og Panama gera tað sama tveir dagar seinni.
Føðingar
rættaAndlát
rættaJanuar
rætta- 16. januar - Niels Bentsen, danskur ríkisumboðsmaður í Føroyum (føddur 1936).
- 25. januar - Mary Tyler Moore, amerikonsk sjónleikarinna (f. 1936)
Februar
rætta- 8. februar - Peter Mansfield, enskur alisfræðingur og Nobelsvinnari (f. 1933)
- 16. februar - Bengt Gustavsson, svenskur fótbóltsleikari og venjari (f. 1928)
- 16. februar - Søren Seirup, danskur rocktónleikari (føddur 1944).
- 18. februar - Marnar Andreasen, føroyskur sangari og tónleikari, 57 ára gamal, tá hann andaðist.
- 18. februar - Erland Kops, danskur badmintonleikari (føddur 1937).
- 25. februar - Bill Paxton, amerikanskur sjónleikari (f. 1955)
Mars
rætta- 13. mars - Prins Richard, týskur prinsur (føddur 1934).
- 16. mars - Maria Gerhardt, danskur rithøvundur og dj (fødd 1978).
- 18. mars - Chuck Berry, amerikanskur tónleikari (føddur 1926).
Apríl
rætta- 15. apríl - Emma Morano, heimsins elsti persónur, tá hon doyði (fødd 1899).
- 16. apríl - Allan Holdsworth, enskur jazz-guitaristur og tónaskald (føddur 1946).
- 22. apríl - Michele Scarponi, italskur súkklari (føddur 1979).
Mai
rætta- 9. mai - Robert Miles, sveisiskur-italienskur elektroniskur tónsmiður og framleiðari (f. 1969)
- 17. mai - Chris Cornell, amerikanskur tónleikari (føddur 1964).
- 23. mai - Tórfinn Smith, blaðstjóri og býráðslimur (føddur 1946).
- 23. mai - Roger Moore, enskur sjónleikari (føddur 1927).
- 29. mai - Manuel Noriega, panamanskur fyrrverandi einaræðisharri (føddur 1934).
- 29. mai - Konstantinos Mitsotakis, grikskur politikari (føddur 1918).
Juni
rætta- 3. juni - Niels Helveg Petersen, danskur fyrrverandi uttanríkisráðharri og formaður fyri Rad.V. (føddur 1939).
- 9. juni - Adam West, amerikanskur sjónleikari (f. 1928)
- 27. juni - Michael Nyqvist, svenskur sjónleikari (f. 1960)
Juli
rættaAugust
rætta- 18. august - Bruce Forsyth, enskur sjónleikari og sjónvarpsvertur (f. 1928)
September
rætta- 27. september - Hugh Hefner, amerikanskur blaðútgevari (f. 1926)
Oktober
rætta- 16. oktober Daphne Caruana Galizia, maltesiskur journalistur og bloggari (f. 1964)
- 24. oktober - Fats Domino, amerikanskur sangari (f. 1928)
November
rætta- 19. november - Charles Manson, amerikanskur brotsmaður og kultleiðari (f. 1934)
Desember
rætta- 28. desember - Sue Grafton, amerikanskur brotsskaldsøguhøvundur (1940).
- 29. desember - Carmen Franco, sponsk hertugafrú, einasta barn hjá Francisco Franco (1926)
- 30. desember - Benny Samuelsen, føroyskur prentari og blaðstjóri (føddur 1928).