[go: nahoru, domu]

Brøðurnir Grimm fóru undir at savna fólkaævintýrini, sum livdu á mannamunni millum manna í Týsklandi, og skrivaðu tey niður. Í 1812 kom fyrsta bindið út við 86 ævintýrum, og í 1815 kom seinna bindið við 70 ævintýrum. Teir endurskrivaðu ta munnligu frásøgnina, soleiðis ævintýrini gjørdust einsháttað í stíli. Jacob Grimm (1785-1863) og Wilhelm Grimm (1786-1859) vóru týskir mál- og fólkaminnisgranskarar. Teir vóru báðir útbúnir løgfrøðingar og arbeiddu saman alt lívið. Jacob er eisini kendur sum stovnsetari av germanskari málgransking. Hann vísti á ljóðflytingar og skapaði heiti sum umljóð og avljóð. Jacob og Wilhelm vóru undangongumenn á hesum øki og virkaðu við til, at málgranskarar og onnur í øllum Evropa fóru undir at savna og skriva niður skaldskapin av mannamunni.

Brøðurnir Grimm.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið