[go: nahoru, domu]

Eysturríkis flokkurin

Eysturríkis Flokkurin er ein búskaparlig hugsanargongd sum bleiv sett á stovn av Karl Menger í 1971 táið hann útgav bókina "Grundsätze der Volkswirtschaftslehre" sum er ein tann fyrsta bókin sum hevur útgreina mark-nyttu.

Eysturríkis skúlin bleiv seinni tikin upp av Ludwig Von Mises, Murray Rothbard og Walter Block.

Í eysturríkis flokkinum gongur hugsjónin til tað liberala, vanligt er at man heldur at so lítið sum møguligt skal vera alment, og fleiri innan flokkin halda ikki at naka skal vera alment yvirhøvur, hettar skapti eina ideologi sum hevur heiti anarko kapitalisma.

Onkrar hugsanir frá Eysturríkis skúlanum eru breitt viðurkendar í vanligari búskapar uppfatanini í dag.

Inflatión

rætta

Inflatión er tá ið peninga viðri lækkar, tað vil siga at man fær keypt minnið fyri pengarnar.

Mises sigur at landsbankin ikki kann útskriva meira pening í búskapin uttan at skapað inflatión.

Kendastu dømini har Mises er prógvaður at hava rætt, er Týskland beint aftaná fyrra heimsbardaga

Kapitalur og Renta

rætta

Eugen Böhm von Bawerk, skrivaði fyrst um teoriina aftanfyri Kapital Og Rentu, har hann vísti á at Útboð og Eftirspurningur er stórsta ávirkanin av rentu um hon er marknaðar kontrolera (T.v.s ikki av landsbankanum) og at hettar kom frá um fólk vildu bíða leingi ella hvussu nógv tey vildu vinna.

Møguleika Kostnaður

rætta

Møguleika kostnaður var fyrst definera av Friedrich von Wieser ímóti endanun av 1800 talinum, har hann segði at um tú valdi tann besta møguleikan innan t.d eina verkætland so vrakar tú oftani tí næst bestu, ella um tú velur eina vánaliga so kanst tú oftani ikki broyta meining og gera tí bestu aftaná.

T.D um tú hevur eitt øki og tú kanst velja eitt av 15 tingum at byggja á øki, velur tú so tað ringasta setur tað eyka kostnaðir til at nú bróta niður og byggja tað besta, um ein yritøka byggur eina smiðu sum vinnur teimun 1.000.000 kr um ári og so finnur stjórin 5 mánaðir seinni at teir kundu heldur havt bygt eitt flakavirkið á sama stað sum vann 3.000.000 um ári, so kostaði tað flakavirkið meira at byggja nú aftaná hitt var bygt tí teir skullu nú selja útger og bróta niður smiðjuna sum teir bygdu áður.

Konjuktur Broyting

rætta

Mises og Bawerk váðir skriva um at tá ið man hevur ein tjóðbanka í einum landi so flytur man yvir til at hava hákonjuktur og lágkonjuktur.

Hákonjukturur hevur typiskt eyðkenni av at ein búskapur veksur skjótt og at arbeiðisloysi fellur nógv, men man sær meira inflatión og eitt lækkandi gjaldsjavni.

Lágkonjukturur hevur typiskt eyðkenni av at búskapurin minkar, har er vaksandi arbeiðisloysi men inflatión er lág (onkuntí flytur tað seg entá til deflatión) og gjaldsjavnið verður javnað út heldur enn at falla víðari.

Mises tosar um at man fær bara hendan konjukturin tí at fíggarlógin og tjóðbankin saman gera tað lættari at fáa pening og lán við at lækka renturnar uttan at lækka eftirspurning eftir peningi, hettar hjálpir til at fyritøkur framleiða meira enn neyðugt, hettar skapur nógv arbeiðispláss, men ger eisini at vinnan verður meira óstabil, og skapur inflatión, tá ið inflatión er komi ov langt so má tjóðbankin aftur at vaksa um rentuna, og so fara nógvar fyritøkur og privat fólk á húsagang, sum so oyðileggur nógv arbeiðispláss, og skapur ein veikan búskap.

Hugsanin er at um rentan var sett eftir úboð og eftirspurningið so var konjuktur broyting slett ikki til, hettar er tíð at lán og kapitalur var meira javnt útboði, og vaksur búskapurin seinari, men meira javnt og lágkonjukturur hevur verri við at seta seg. Sjálvandi kann lágkonjukturur enn koma frá náttúru vanlukku og líknandi, til dømis ILA kreppan í føroyum.

Keldutilfar

rætta