Helgi Abrahamsen
Helgi Abrahamsen (føddur 24. november 1966 í Fuglafirði) er ein føroyskur politikari. Hann er sonur Óla og Sólrun Abrahamsen og er giftur við Oddbjørg Abrahamsen (fødd Frederiksberg). Tey búgva á Strondum og eiga trý børn: Sólrun (1993), Óli (1995) og Oda (2002).
Helgi Abrahamsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 24. nov 1966 í/á Fuglafjørður |
Alma mater | Danish School of Media and Journalism |
Starv | politikari, editing staff, filmframleiðari |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Helgi Abrahamsen |
Frá 1999 til 2008 var Helgi Abrahamsen floksskrivari hjá Sambandsflokkinum, og í hesum tíðarskeiðinum var hann rættiliga virkin í samfelagskjakinum. Síðani 2008 hevur hann verið løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann er limur í Uttanlandsnevndini og Norðurlandaráðnum. Í 2010 - 2011 var hann formaður í Landsstýrismálanevndini og frá 2008 til 2011 var hann limur í Trivnaðarnevndini. Frá 2011 til 2015 var hann limur í Uttanlandsnevndini. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann ikki endurvaldur.[1]
Frá 2016 til 2019 arbeiddi Helgi Abrahamsen sum tíðindamaður, fyrst á Norðlýsinum og seinni á útvarpsstøðini R7.
Í 2018 varð hann valdur til næstformann í Sambandsflokkinum og í 2019 varð hann aftur valdur í Løgtingið. Í september sama ár varð hann valdur til umhvørvis- og vinnumálaráðharra.
Slóðir úteftir
rætta- ↑ "in.fo - Hesi fullu". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-04. https://web.archive.org/web/20150904184953/http://www.in.fo/news-detail/news/hesi-fullu/. Heintað 2015-09-04.