[go: nahoru, domu]

Jógvan á Lakjuni

føroyskur politikari og tónaskald

Jógvan á Lakjuni (13. november 1952 í Fuglafirði) er føroyskur politikari og tónasmiður. Hann er útbúgvin lærari og hevur verið lærari í Fuglafjarðar Skúla og á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Jógvan er giftur við Odvør, og eiga tey 5 børn.

Jógvan á Lakjuni
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. nov 1952 í/á Fuglafjørður
Starv sangari, tónaskald, lærari, politikari
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Trúgv Brøðrasamkoman
Børn Bárður á Lakjuni
Mál danskt mál, Føroyskt mál
Dátuheiti
VIAF 473163707032829422368
Commons Jógvan á Lakjuni

Politiska lívsleiðin

rætta

Í politiska lívi sínum er Jógvan fólkafloksmaður, hann var landsstýrismaður í mentamálum 2004-2008 og løgtingsformaður frá november 2011.

  • 1994 - 1996 Limur í Landsskúlaráðnum, 1½ ár sum formaður.
  • 1998 - 2002 Limur í Mentunar- og Vinnunevndini.
  • 1998 - Løgtingsmaður.
  • 2002 - Limur í Uttanlandsnevndini, Rættarnevndini og Útnorðurráðnum.
  • 2002 - Formaður í Útnorðurráðnum.
  • 2002 - Varalimur í Mentanarnevndini og Norðurlandaráðnum.
  • 2003 - Limur í grundlógarnevndini.
  • 2004 - 2008 - Mentamálaráðharri
  • 2011 - Løgtingsformaður

Listarligt virksemi

rætta

Jógvan á Lakjuni er dugnaligur tónleikari og hevur skrivað løg til nógvar sangir, m.a. til tekstir hjá Hans A. Djurhuus og Ismari Joensen. Eisini hevur hann havt barnakór í Fuglafjarðar Skúla og saman við Frits Johannesen stjórnað og spælt undir hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Jógvan hevur eisini sungið vid í fleiri kórum, m.a. Berøa-kórinum, sum Jóannes S. Hansen og Alfred Hansen høvdu síðst í 60-árunum, í Ebenezer-kórinum undir leiðslu av Jens Guttesen frá 1972 til1977 - og ikki minst í Siloa-kórinum, sum beiggi hansara, Eyðun á Lakjuni hevur stjórnað síðan 1988. Eisini hevur Jógvan tey seinastu nógvu árini sungið við í mans-dupulkvartettini Vega í Fuglafirði. Jógvan hevur eisini verið vid á fleiri plátu-, band- og fløguútgávum. Í lestrarárunum í Havn í 70-árunum sang hann vid Nicodemussangbólkinum, har hann var við á trimum plátuútgávum. Í 1984 skipaði hann saman við Frits fyri útgávu av bandi av Fuglafjarðar Gentukóri, og í 1986 var Jógvan primus motor aftan fyri bandið Heima við bólkinum Bros, har hann eisini sang við á summum av løgunum. Jógvan eigur sjálvur eini 8 ella 9 av teimum 14 løgunum á bandinum. Í november 2012 góvu Jógvan og sonur hansara Bárður út fløguna "Gakk tú tryggur". Heitið hevur hon eftir barnarímuni hjá Hans. A. Djurhuus, sum er vorðin fólkaogn og eisini komin við í kirkjusálmabókina, síðan Jógvan gjørdi sítt vakra lag til hana í 1980. Jógvan hevur gjørt sjey av løgunum á fløguni, og Bárður fimm, m.a. tann sera vakra sangin "Sólstrálan". Hans Andreas Djurhuus eigur annars helmingin av yrkingunum á fløguni. Tónleikarar á fløguni eru m.a.: Magnus Johannessen, Mikael Blak, Jan Rúni Poulsen, Niclas Johannesen, Finnur Hansen og Rúni Hentze. Niclas Johannesen hevur produsera.[1]

Tónleikaútgávur

rætta

Keldur

rætta
  1. "Planet.fo, Tingformaður og sonur geva út fløgu". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-02. https://web.archive.org/web/20121102005345/http://planet.fo/grein/tingformadur_og_sonur_geva_ut_flogu. Heintað 2012-11-23. 

Slóðir úteftir

rætta