[go: nahoru, domu]

Jóngerð Jensina Purkhús (f. 22. januar 1937 í Klaksvík) er búskaparfrøðingur (cand.polit) og fyrrverandi landsstýriskvinna og løgtingslimur fyri Tjóveldisflokkin. Hon var fyrsta kvinna í Landsstýrinum.

Jóngerð Purkhús
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. jan 1937 í/á Klaksvík
Alma mater Københavns Universitet
Starv Norwegian public servant, politikari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti

Jóngerð Purkhús var sum fyrsta føroyska kvinna útbúgvin sum cand.polit. í 1972[1] og starvaðist um fulltrúi í Føroya Landsstýri í 1975-1985 og frá 1991-(ókent fráfaringarár). 

Hon var fyrsta kvinna at sita sum landsstýrisfólk[1] tá hon traðkaði til í landsstýrissess tann 10. januar 1985. Hon sat sum landsstýriskvinna í fíggjar-, búskapar- og umhvørvismálum 1985-1989 og í búskapar-, samferðslu-, og norðurlandamálum 1989-1991 og sat á Løgtingi 1988-1989.

Hon hevur sitið í nevndini fyri Íleggingargrunninum fyri Føroyar 1978-1982, og í Føroyagrunninum[1] og Tingmannaráð útnorðurs nøkur ár.

Keldur

rætta
  1. 1.0 1.1 1.2 Dansk Kvindebiografisk Leksikon: "Jóngerð Purkhús (1937-)"