[go: nahoru, domu]

Tað eru uml. 31.000 McDonald's matstovur í øllum heiminum. Meira enn triðja hvør teirra liggur í USA. Longri vekk enn 172 kilometrar í beinari linju ella 230 km við bili kemur mann ikki frá einari McDonald's matstovu, er mann staddur í Amerika. Fyri at vera staddur sum longst frá slíkari matstovu, verður ein noyddur at ferðast til eitt oyði pláss í statinum South Dakota. Hetta pláss nevnist Glad Valley.

McDonald's hevur høvuðsskrivstovu sína í Oak Brook í Illinois.
McDonald's Kosher í Buenos Aires (Argentina).

McDonald's hevði eitt yvirskot í ársins fyrsta ársfjórðingi áljóðandi 4,4 milliardir krónur í 2008. Tað er ein hækking á 24 prosent samanborið við sama tíðarskeið í 2007. Orsøkin til hækkingina er millum annað tann, at fleiri afrikanarar, asiatar og fólk úr teimum arabisku tjóðunum, hava av álvara tikið Big Mac og hinar burgarnar til sín. Tó er tann størsti vøksturin í Evropa. Her er ein vøkstur uppá 11 prosent frá 2007.

McDonald's hevur ætlanir um at opna 1.000 nýggjar matstovur kring heimin í 2009.


Sí eisini

rætta
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið