Varðin (tíðarrit)
Varðin er eitt føroyskt tíðarrit, serliga við bókmentaligum og siðsøguligum innihaldi, sum er komið nøkulunda regluliga út síðan 1921.
Varðin byrjaði sum mentanarligur felagsskapur í 1912. Í 1919 gjørdist Varðin eitt bókmentaligt felag, sum síðani 1921 hevur givið út tíðarritið Varðin. Flest allir føroyskir rithøvundar hava millum ár og dag prentað sínar tekstir í Varðanum. Mads Andreas Jacobsen var formaður í felagnum Varðin frá 1918 til 1934.[1]
Í 2023 hevur verið útskifting í ritstjórnini á mentanarritinum. Sanna Klein og Sanna Andrassdóttir Dahl, sum hava myndað Varðan seinastu trý árini saman við Rakel Helmsdal, eru farnar úr ritstjórnini, meðan Nansý Sunadóttir og Sámal Soll eru komin í ritstjórnina.[2]
Ritstjórar Varðans
rætta- 1921 - 1931 Rikard Long
- 1931 - 1935 Christian Matras
- 1935 - 1943 Rikard Long
- 1944 - 1949 Hans Andrias Djurhuus
- 1949 - 1951 Hans Andrias Djurhuus og Tórarinn Evensen
- 1957 - bind 32 og 33 Tórarinn Evensen
- 1961-70 - 34. til 39. bind - Heðin Brú, William Heinesen og Karsten Hoydal
- 1971 -72 bind 40 - Karsten Hoydal
- 1973 - bind 41 Christian Matras
- 1977 - 1981 Gunnar Hoydal og Steinbjørn B. Jacobsen
- 1987 - Poul Andreasen
- 2013 - Agnar Artúvertin
- 2015 - Dorit Hansen
Keldutilfar
rætta- ↑ Denstoredanske.dk
- ↑ Nýggj fólk at ritstjórna Varðanum, vp.fo, 22. februar 2023