[go: nahoru, domu]

Wikipedia:Vælkomin nýbyrjari

Ikki brúka hesa síðuna til at royna at rætta, nýt í staðin sandkassan!

Vælkomin til Wikipediu!

Wikipedia er ein verkætlan, har ið vit skriva og nýta eina alfrøði saman. Endamálið er at gera eina alfrøði við frælsum innihaldi á øllum málum. Tað merkir, at innihaldið er frítt atkomuligt fyri ein og hvønn at útgeva og nýta. Vit byrjaðu í 2001 og arbeiða nú við meira enn 30 milliónir greinum á umleið 250 málum]], harav eru 14.118 greinar í tí føroysku útgávuni. Tær størstu útgávurnar eru tann enska, sum hevur yvir 4 milliónir greinar, tann niðurlendska, týska og svenska, sum allar hava yvir hálva aðru millión greinar.

Tú kanst luttaka

At skriva og rætta greinir á Wikipediu er rættiliga einfalt, tá tú fyrst hevur lært tað, men royn tað endiliga. Tú kanst rætta eina og hvørja grein júst nú! Tað er bara at klikkja á leinkjuna «rætta» ella á «rætta wikitekst» sum er omanfyri greinina, alt eftir um tú ynskir tann gamla mátan við wiki-kotum ella tann nýggjara mátan uttan kotur. Skriva í teigin og trýst á «Goym síðu». Um tú ert nýggj/ur, so kanst tú royna teg í sandkassanum. Ein reyð leinkja merkir, at greinin ikki er til enn (men tú kanst upprætta hana við at trýsta á leinkjuna), og nýggj leitiorð kunnu skapast við at skriva tey inn í leititeigin ovast til høgru og trýsta á «Leita».

Skráset teg

Sjálvt um tað ber til at rætta síður uttan at rita inn fyrst, so er tað smart at skráseta seg sum brúkara — ein brúkarakonto gevur tær fleiri fyrimunir, t.d. møguleika til at leggja myndir upp. Tað kostar onki, tú kanst gera tað dulnevnt og tekur bert nøkur sekund (kunning um innritan og brúkaranavn). Um tú hevur hug, so kanst tú gott skriva eitt sindur um teg sjálva/n á tínari brúkarasíðu, sum tú finnur við at klikkja á títt brúkaranavn heilt ovast á síðuni, tá tú ert innritað/ur. Tú fært eisini tína egnu kjaksíðu, har aðrir brúkarar kunnu seta seg í samband við teg.

Hvussu eiga greinir at verða skrivaðar?

Áðrenn tú fert í gongd er tað tó best líka at lesa eitt sindur í Hvussu ein rættar eina síðu og Sniðhondbókini, fyri at síggja, hvussu ein grein eigur at verða sett saman, og hvussu tú kanst formatera tekstin. Tað er eisini sera týdningarmikið, at tað verður skrivað so óheft sum gjørligt, og ein eigur at nýta heilar setningar. Tú kanst kjakast um eina grein við at klikkja á «kjak» ovast á síðuni.

Fá hjálp frá øðrum

Um tær tørvar hjálp, so ber væl til at venda tær til ein av hinum brúkarunum. Tú kanst t.d. finna onkran av teimum brúkarunum sum eru virknir beint nú, við at trýsta á leinkjuna Seinastu broytingar í skránni til vinstu. Tú kanst eisini spyrja í Undirhúsinum, har ið aðrir wikipedianarar (brúkarar) fara at royna at svara tær uppá tín fyrispurning.

Nýta tilfar frá øðrum versjónum av Wikipedia

Sjálv um tær einstøku málsligu útgávurnar eru sjálvstøðugar verkætlanir, so eru allar tó ein partur av Wikipedia. Tú kanst harvið frítt týða og nýta tilfar frá øðrum útgávum av Wikipedia, t.d. frá ensku, týsku, donsku, svensku ella norsku Wikipediu uttan at hugsa um at geva kelduna. Hetta er ofta ein stórur fyrimunur, eftirsum tað eru nógvar greinar ið fara í dýpdina á hesum Wikipediunum. Har ber eisini ofta til at finna myndir, sum liggja á Commons.wikimedia.org og tí kunnu nýtast á øllum Wikipedia útgávunum óansæð mál.

Hjálp:Innihald > Wikipedia:Vælkomin nýbyrjari