[go: nahoru, domu]

Concord (Massachusetts)

Versjón frá 12. jun 2019 kl. 18:07 av 2003:cf:3f11:a262:756e:a15e:bcc3:e9d5 (kjak) (nýggj síða)
Concord, Massachusetts
Grunddáta
Land: USA USA
Stakríki: Massachusetts Massachusetts
Vídd: 67,4 km²
Fólkatal (2018): 19.211
Heimasíða: concordma.gov

Concord er ein amerikanskur býur, ið liggur í eystara parti av stakríkinum Massachusetts. Býurin er staddur í Middlesex County, 40 km í ein útnyrðing av Boston.

Concord hevði í 2018 umleið 19.211 íbúgvar.[1]

Tætt við miðbýin renna áirnar Sudbury og Assabet saman í eitt. Her byrjar Concord-áin.

Søga

Concord varð grundlagdur av bretskum niðursetumonnum í 1635.

Frælsistríð

Tann 19. apríl 1775 byrjaði við orrustuni í Lexington og Concord kringsetingin av Boston og samstundis byrjaði hervið Amerikanska Frælsiskríggið.

Bókmentir

Býurin Concord hevur sera stóran týdning fyri amerikanskar bókmentir. Kendir rithøvundar sum Ralph Waldo Emerson (1803-1882), Henry David Thoreau (1817-1862), Nathaniel Hawthorne (1804 -1864) og Louisa May Alcott (1832-1888) búðu eitt tíðarskeið í býnum.

Myndir

Kend fólk

(føðistaður í Concord)

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

  1. Minor Civil Divisions: 2010 to 2018 - Concord town, Middlesex County, Massachusetts, census.gov
  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana