Concord (Massachusetts)
Concord er ein amerikanskur býur, ið liggur í eystara parti av stakríkinum Massachusetts. Býurin er staddur í Middlesex County, 40 km í ein útnyrðing av Boston. Concord hevði í 2018 umleið 19.211 íbúgvar.[1]
Concord, Massachusetts | |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Massachusetts |
Grundlagdur: | 1635 |
Vídd: | 67,4 km² |
Fólkatal (2018): | 19.211 |
Heimasíða: | concordma.gov |
Tætt við miðbýin renna áirnar Sudbury og Assabet saman í eitt. Har byrjar Concord-áin.
Søga
Concord varð grundlagdur av bretskum niðursetumonnum í 1635.
Frælsistríð
Tann 19. apríl 1775 byrjaði við orrustuni í Lexington og Concord kringsetingin av Boston og samstundis byrjaði hervið Amerikanska Frælsiskríggið.
Bókmentir
Býurin Concord hevur sera stóran týdning fyri amerikanskar bókmentir. Kendir rithøvundar sum Ralph Waldo Emerson (1803-1882), Henry David Thoreau (1817-1862), Nathaniel Hawthorne (1804 -1864) og Louisa May Alcott (1832-1888) búðu eitt tíðarskeið í býnum.
Myndir
-
Høvuðsgøtan í miðbýnum.
-
Høvuðsgøtan í miðbýnum.
-
Concord-áin
-
Søguliga brúgvin "Old North Bridge" í Concord.
-
"The Old Manse", bústaður hjá Ralph Waldo Emerson og seinni Nathaniel Hawthorne
-
"The Wayside", bústaður hjá Louisa May Alcott, Nathaniel Hawthorne og Margaret Sidney
-
"Wheeler-Minot Farmhouse", føðistaðurin hjá Henry David Thoreau.
-
Drúvuslag "Concord grape"
-
Heyggurin "Punkatasset Hill", norðan fyri miðbýin, er 88 m høgur.
-
Staðið nærhendis Waldenvatn, har smáttan hjá Thoreau stóð.
-
Vatnið "Walden Pond" í Concord.
-
Waldenvatn á vetri.
Kend fólk
(føðistaður í Concord)
- Henry David Thoreau (f. 1817), rithøvundur, heimspekingur og náttúrufrøðingur
- Robert W. Wood (f. 1868), náttúrufrøðingur
- Paget Brewster (f. 1969), sjónleikarinna
Ávísingar úteftir
- Heimasíða, concordma.gov
- Concord (Massachusetts), wikivoyage.org (enskt)
Coordinates: 42°27′37″N 71°20′58″W / 42.46028°N 71.34944°W