[go: nahoru, domu]

Jump to content

Indiska Havið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 11. feb 2012 kl. 04:42 av WikitanvirBot (kjak | íkøst) (r2.7.1) (bottur broytur: om:Galaana Indiyaa)

Indiahav er tað minsta av teimum trimum heimshøvunum. Tað er 73 milliónir km² í vídd, og har eru einar 5000 oyggjar, uttan um mangar teirra eru korallriv. Indiahav líkist frá hinum báðum heimshøvunum - Atlantshavi og Kyrrahavi, tað gongur ikki so langt norður sum tey. Í Indiahavi eru saltasti sjógvur í heiminum - Reyðahav - og eisini heitasti sjógvur í heiminum - Persaflógvi.

Indiahav er í vanda fyri at verða dálkað, helst av tangaskipum úr Persaflógva. Norðast í Indiahavi kunnu tropuódnir og grovt monsunregn elva til ógvislignan uppgang og vatnflóð. Í Indiahavi eru nógvar koralloyggjar og ótal av korallpollum, sum til dømis Maldivoyggjar og Seyskelloyggjar, ið eru ógvuliga væl umtókt ferðamannalond. Stóra ferðavinnan gevur væl av sær, men skaðar náttúruna. Aðrir vansar eru, at havið matar burtur av korallrivunum, og oyggjarnar liggja tí opnari fyri flóð og brimi.