Kurvabóltur
Kurvabóltur er bóltleikur millum tvey lið á fimm leikarum har sum málini eru upphongdar netkurvar. Hesar kurvar eru í eini hædd sum er áljóðandi 3,048 m. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Springfield, Massachusetts í USA í 1891. Í liðítrótt, til dømis í kurvabólti, mugu leikarar arbeiða saman, skulu teir vinna. Hvør leikari hevur sítt pláss á liðnum, og allir eru líka týðandi, at liðið skal vinna.
Stuðlar og sjónvarp ávirka ítróttina nógv. Bestu leikararnir vinna milliónir, og størstu ítróttahendingarnar síggjast um allan heimin um fylgisvein.
Kurvatromin er 305 cm. upp frá gólvinum.
Brot/snýting:
· Bólturin kann verða tveittur í kurvuna, tveittur ímillum leikarar, rullaður, dribblaður osfr.
· Bólturin og tann, ið hevur bóltin mugu verða innan vøllin.
· Um leikarin við bóltinum verður dekkaður tætt, kann hann ikki standa stillur við bóltinum í meira enn 5 sek uttan at dribbla bóltin ella tveita hann burt.
· Bólturin má ikki vera sparkaður ella boksaður. Hetta kann føra til tekniskan feil.
Har eru ymisk sløg av feilum, ein leikari kann fáa. Offensivir, persónligir og ósportligir. Offensivir feilir koma fyri, tá ið leikarin, sum er í álop ger ein feil.
· Tíðaravmarkað (tað er avmarkað, hvussu leingi eitt lið kann hava bóltin. Til dømis er eitt álop 24 sekund langt, men um bólturin rakar ringin uttan at fara í kurvina, verður tíðin sett til 14 sekund, um hon er farin niðurum tað. Hetta ger, so liðið, sum er í álop fær tíð til at royna umaftur.