Ungarn
| |||
Tjóðarslagorð: onki | |||
Tjóðsangur: Himnusz | |||
Alment mál | Ungarskt | ||
Høvuðsstaður | Budapest | ||
Forseti | Pál Schmitt | ||
Løgmaður | Viktor Orbán | ||
Fullveldi | 1000 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
93 030 km² 0,74% | ||
Íbúgvar - tilsamans 2004 - tættleiki |
10 006 835 108,4/km² | ||
Gjaldoyra | Forint (HUF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .hu | ||
Telefonkota | +36
| ||
Ungarn (ungarskt: Magyarország) er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Ungarn mark við Eysturríki, í norðri við Slovakia, í eystri við Ukreina og Rumenia og í suðri við Serbia, Kroatia og Slovenia. Høvuðstaðurin er Budapest. Kommunistarnir tóku ræðið eftir annan heimsbardaga, og teir bardu eirindaleyst niður ein uppreistur í 1956. Nú er fólkaræði.
Í 895 var ungarskt landnám. Í 10. øld taka ungarar við kristindóminum. Frá 1945 til 1989 var Ungarn kommunistiskt. 1. mai 2004 gjørdist Ungarn limur í ES.
Søga
Annar veraldarbardagi fór illa við Sovjetsamveldinum, tað misti ógvuliga nógv fólk, og allur vestari partur lá í sorli. Sovjetisku ríkisovastarnir vórðu altráðir eftir at fáa ræðið yvir Eysturevropa, tí at teir óttaðust fyri nýggjum álopum vestaneftir, og tí at ríkinum tørvaði at endurreisa ídnaðin. Við ávikavist politiskum trýsti og hermegi grundaðu teir fólkalýðveldi og settu fólk at stýra, sum tóku undir við sovjetiska stýrinum í Moskva. Í 1956 kravdu bæði Ungarn og Pólland sjálvræði. Í Póllandi eydnaðist at fáa tamarhald á viðurskiftunum við hernaðarhóttanum og lyftum um størri frælsi, men í Ungarn setti fólkið seg upp ímóti kommunismuni. 4. november 1956 tóku sovjetiskar herdeildir seg inn í Budapest og bardu uppreisturin niður við harðari hond. USA og NATO-londini fordømdu atgerðina, men løgdu ikki uppí.
Landalæra
Meginparturin av Ungarn er stórur, fláur og fruktagóður slætti, nevndur puszta, men í vestara og norðara parti í landinum eru heyggjalendi og lág fjøll. Ungarn er syðsta landið í Miðevropa.
Mentan
Ungarskur matur
Tjóðarrættur í Ungarn er gulasj, ein kendur grýturættur við neytakjøti og grønmeti, sum eisini verður sopin sum tjúkk súpan. Sterk, reyð piparfrukt, nevnd paprika, gevur rættinum sín sterka, eyðkenda smakk. Aðrar máltíðir, sum liggja leingi á, eru karpa í paprikasós, livurpostei lagt í deiggi og glóðsteikt kjøtsneis við paprika.
Búskapur
Sum í hinum londunum í Miðevropa verður nógv korn velt. Bøndurnir dyrka eisini sólblómur, frukt, grønmeti og oljuber, fikur og vínber - ungarar gera nógv vín. Skiftið frá kommunistiskum búskapi til kapitalistiskan hevur verið trupult. Ídnaðurin í Ungarn er fjølbroyttur, og teir gera metal, evnafrøðievni, akfør, klæði, amboð og ravmagnslutir. Eftir stjórnarskiftið í 1990 legði landið búskapin um til marknaðarbúskap. Mangar fyritøkur eru komnar á privatar hendur, og á summum økjum í ídnaðinum hevur verið afturgongd. Ungarska fólkið er væl útbúgvið, helst í gransking, tøkni og maskinframleiðslu, og tað hevur við sær, at útlendingar seta meiri pening í vinnulív í Ungarn enn í nøkrum øðrum landi í Miðevropa.
Fólkið
Høvuðsmálið er ungarskt.
Útvortis ávísing
- hungary.com (Enskt, Týskt, Franskt, Ungarskt)